Politikkur er ikki
pragmatiskur, men byggir á sjónarmið. Tað er ein sterk sannføring um, hvussu
okkara samfelag best verður ment. Politikkur er, at vit standa fyri visjónum og
virðum
sum bera fram til batar.
Míni politisku sjónarmið hava støði í heilt grundleggjandi
virðum, sum sita djúpt í mær. Virði sum samhaldsfesti. Áskoðanin um, at vit
koma longst við at vera felags at bera byrðurnar, og at tey sterkastu hava eina
natúrliga ábyrgd mótvegis teimum veikastu. Virði sum tolsemi og viðurkenning.
Ynskið um eitt opið samfelag, har pláss er til øll og rúm er til ymiskleika.
Virði sum javnrættur. Viljin til, at øll skulu hava somu møguleikar í
samfelagnum, sama rætt til útbúgving, til sjúkrahús og lata rødd sína ljóða.
Míni politisku sjónarmið byggja eisini á visjónina um einar
sjálvstøðugar Føroyar. Á grundleggjandi sannføringina, at vit sum búgva her,
skulu hava evstu ábyrgd í egnum landi. Á tí grundarlagnum byggja vit eitt gott
og trygt samfelag.
Bæði áðrenn og aftaná loysingina skulu vit hava eitt land,
sum styðjar seg til hesi virði.
Vit skulu í okkara politikki nú vísa, hvat samfelag vit
arbeiða fram ímóti í einum frælsum landi.
Meiningar, sannføringar, virði og visjónir eru týðandi fyri
hvønn veg eitt samfelag fer. Men vitan hevur eins stóran týdning.
Vit skulu alla tíðina lurta eftir og taka tey við, sum hava
vitan. Vitanin verður drigin inn í sjónarmiðini og í politiska arbeiðið. Vit
skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um havið og fiskiskap.Vit skulu lurta
eftir teimum, sum hava vitan um skúlar og útbúgving. Vit skulu lurta eftir
teimum, sum hava vitan um burðardygga orku. Vit skulu lurta eftir teimum, sum
hava skil fyri mentan og list. Vit skulu lurta eftir teimum, sum vita um
handverk, mál, um sjúkrahús, bygging, ja, um alt hevur við okkara lív at gera.
Hesa vitan skulu vit brúka í arbeiðinum at skipa okkara
samfelag eftir okkara politisku sjónarmiðum – bæði á veg til loysingina og eftir
loysingina.
Vandin fyri serfrøðingaveldi er ikki til staðar í løtuni. Tá
politikkur byggir á sjónarmið, so styrkir tað bara sjónarmiðini at hava
vitanina.
Vit skulu vísa teimum, sum taka útbúgvingar og ogna sær
vitan, at vit hava brúka fyri teimum og at vit lurta eftir teimum og at tey
skulu og at tey sleppa at taka eina ábyrgd í samfelagnum.
Vitan gevur teimum sum taka avgerðir, eitt betri grundarlag
og tey, sum hava vitanina, vilja búgva her og flyta higar.
Politisk virði og vitan skulu vera grundarsteinur, tá vit byggja land.
No comments:
Post a Comment