Hetta vóru orðini
á einum skelti í mótmælisgongunum í Wall Street í New York móti grammleikanum og
vargabúskapinum.
Í Suðurevropa
tysja fólk út á gøturnar, tí stórir partar av fólkinum ikki longur vilja gjalda
fyri avgerðir hjá ódugnaligum politikarum og spekulantum.
Fleiri og fleiri nokta at góðkenna, at profitturin –
ella vinningurin – stjórabónus osv. skal privatiserast, meðan felagsskapurin
skal gjalda, tá bankar spekulera og missa pening – okkara pening.
Bara hesir
bankapakkarnir vísa, hvussu stórur partar av fólkinum verður bundin niður av
grammleikanum hjá nøkrum fáum.
Føroysku
bankarnir skuldu yvirhøvur ikki havt so sjálvsagdan rætt til allar lønarkonto.
Øll áttu at fingið eina serliga almenna konto, har lønin fór inn og har skattur
og øll gjøld vóru drigin frá. So skulu
vit sjálvi avgera, hvar pengarnir fara aftaná. At føroysku bankarnir hava
einkarætt upp á pengarnar hjá øllum skattgjaldarum í Føroyum líkist ongum.
Eg haldi vit
alvorliga eiga at umhugsa um bankar í eini tjóð sum okkara – onkursvegna – eiga
at áleggjast samfelagsligar uppgávur. Tann mátin, sum føroysku bankarnir higartil hava virka upp á er ikki so sannførandi.
Um bankarnir
partú skulu spekulera, so má spekulasjónin liggja í einum sjálvstøðugum parti
av bankanum, sum kann fara á heysin, men so er tað spekulantarnir, sum missa sín pening. Og ikki sum nú, tá bankarnir
koma til okkum onnur – við rentuhækkingum, ómaksgjaldum osv.
Faktisk haldi eg,
at vit skuldu havt eitt tilboð til vanligt fólk og vanligar fyritøkur, sum bara
vilja hava eitt stað at hava sín pening undir tryggum viðurskiftum, har til ber
at læna pengar til tað sum krevst til eitt vanligt lív ella at hava eina
vanliga fyritøku gangandi.
No comments:
Post a Comment