Bæði kenslur og skilvísi eru grundir til, at vit arbeiða fyri fullveldi.
Men fullveldið er eisini
vegurin, tí formyndarí riggar ikki og hevur ongantíð riggað.
Formyndarí, kolonialisma og imperialisma snúgva seg um at taka
vald frá onkrum. Taka ábyrgdina og taka árræði frá fólki. Tað er at skerja
fólkaræðið.
Í einum skerdum fólkaræði minkar álitið á politisku
skipanina og uttan hetta álit minkar styrkin hjá fólkinum.
Vit vilja hava fulla styrki - allastaðni.
Tí vilja vit hava fullveldi í Føroyum.
No comments:
Post a Comment