Friday, September 3, 2010

Heinasa lesarabræv

ABC-samgongan er ein joke. Miðlarnir geva henni loyvi til tað. Og eftirhondini er ruðuleikin vorðin reglan heldur enn undantakið.

Heini í Skorini
MA í samfelagsfrøði og religión

Tingið var ikki meiri enn savnað aftur, so fór tann slitna plátan aftur í gongd: "Samgongan fær tveir mánaðir", segði ein álvarsamur Jørgen Niclasen fyrst í august, og ein annar samgongufelagi, Hans Pauli Strøm, gav samgonguni fjúrtan dagar.


Ímillum Gjógv og Skagen
Slíkar útsagnir høvdu vakt ans í øðrum londum í vesturheiminum. Men ikki í Føroyum. Hví? Tí Føroya fólk hevur eftirhondini vant seg við ABC-samgonguna. Hendan politiska organisman, sum á pappírinum mannar stjórn og kallar seg eina samgongu, men sum í praksis í besta føri kann lýsast at vera ein ógvuliga leys alliansa ímillum tríggjar flokkar, sum ongantíð kunnu semjast um nakað sum helst av størri týdningi.

Frá kommunureformi og skúlareformi til fiskivinnureform og sjúkrahúsreform er úrslitið tað sama: Einki verður til nakað, tí hendan sokallaða "samgongan" kann ikki semjast um nakrar størri politiskar raðfestingar. Pínligi ríkisfundurin í Skagen, kjakið um ólavsøkurøðu løgmans og rokið um fiskidagarnar eru bert seinastu dømini um eina "samgongu" og ein "samgonguleiðara", sum á ongan hátt liva upp til hesi heitini.

Á einum láturligum ABC-seminari við Gjógv í februar varð ein sonevndur avrikslisti almannakunngjørdur, sum reduseraði hugtakið "avrik" til sjálvsagt og innantómt orðaskvaldur. Og tá ein fíggjarlóg ella ein fíggjarkarmur skal snikkast til, so kennir eingin úrslitið – heldur ikki politikararnir sjálvir – fyrr enn fimm minuttir í tólv. Soleiðis var tað í fjør heyst undan fíggjarlógini fyri 2010. Soleiðis hevur tað verið í vár í sambandi við fíggjarkarmarnar fyri 2011. Og nú byrjar showið gud hjálpi mær aftur við fíggjarlógini fyri komandi ár, sum skal samtykkjast í desember.

ABC-samgongan er impotent. Hon er so breið, heterogen og ósamanhangandi, at hon langt síðani hevur mist sín legitimitet. Sína "raison d´être". Sína orsøk til at vera til.

Fyribrigdið Kaj
Ambisjónin hjá løgmanni tykist ikki vera, at hansara politikkur – hvør hann so enn er – verður gjøgnumførdur. Ambisjónin er, at okkurt – bara okkurt – verður samtykt. "Vit finna eina semju", plagar Kaj Leo at siga. "Vit royna at mýkja partarnar". "Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt". Men hesin sonevndi politiski leiðarin er ongantíð førur fyri at siga frá byrjan, at soleiðis og soleiðis verður tað, tí hetta hevur samgongan avrátt. Og tað kann Kaj Leo heldur ikki, tí hvørt einasta mál av týdningi er ein ævinlig togtogan ímillum ymsu bólkarnar í samgonguni.

Undir kjakinum um løgmansrøðuna setti Sjúrður Skaale løgmanni ein ógvuliga einfaldan spurning: Hvør er kabinettspurningurin hjá Kaj Leo Johannesen? Nær sigur løgmaður, at okkara tilverurættur stendur og fellur við hesum ella hasum málinum? Men løgmaður var – surprise surprise – ikki førur fyri at koma við nøkrum, sum líktist einum ítøkiligum svari. Og tað sigur seg sjálvt, tí maðurin er útilokandi eitt úrslit av tí, sum hendir rundan um hann.

Tað hugvekjandi er, at vit hava vant okkum við ruðuleikan. Politikararnir. Miðlarnir. Og veljararnir. Vit hava vant okkum við eina politiska leiðslu, sum ikki er før fyri at orða eitt grundleggjandi politiskt prosjekt. Vit hava vant okkum við eina stjórn, sum sjáldan hevur parlamentariska baklandið við sær, tá hon ber síni útkøst – fyri ikki at siga kladdur – niðan í løgtingið.

Og vit hava vant okkum við ein løgmann, sum er so veikur, disorienteraður og politiskt ósannførandi, at hann er vorðin ímyndin av einum anti-leiðara. Ein yvirfladiskur kransakøkufigurur, sum ikki brúkar sítt formliga vald, og sum ikki hevur nakað óformligt vald, tí eingin í politisku skipanini hevur virðing fyri manninum. Vit hava vant okkum við ein anarkistiskan veruleika, sum er kemiskt reinsaður fyri greiðum politiskum ætlanum. Landsstýrisfólkini endurtaka upp í saman, at "eg vildi so fegin, men eg finni ongan meiriluta í samgonguni". Og so heldur gerandisdagurin fram við hesum somu fólkunum, sum ikki kunnu ábyrgdast fyri nakað, tí tað altíð eru hini, sum ikki tíma.

Tá stjórnir í londunum kring okkum leggja eitt uppskot fram á ting, eru innanhýsis ósemjur vanliga avgreiddar, og uppskotini glíða ígjøgnum parlamentariska maskinaríið uttan stórvegis trupulleikar. Tað er líkasum poengið við at hava eina stjórn.

Men í Føroyum hava vit øvugtan arbeiðshátt. Her tveita máttleys landsstýrisfólk uppskot í tingið, og so fer bardagin í gongd. Hvør hevur evsta valdið? Hvør er kósin? Og hvussu skulu vit veljarar taka støðu til, hvørjum vit halda við og ikki?

Miðlarnir svíkja
Ein slík støða skuldi verið ideelt tilfar til politiskan bakgrundsjournalistikk í ovurmát, sum treingir ígjøgnum innantómu tokutaluna á Tinghúsvegnum, avdúkar dugnaloysið og finnur samanhangir, sum røkka longri enn til dagin í dagin. Men politiskur bakgrundsjournalistikkur finst ikki í Føroyum – við ógvuliga fáum undantøkum.

Dimmalætting ger eina heiðurliga roynd við vikuskiftisinnlegginum Punktum.fo, meðan vit framvegis bíða eftir, at lyftið hjá tí altíð so produktiva Miðlahúsinum um meiri dýpd og bakgrund, eftir at blaðið fór niður í trý bløð um vikuna, verður veruleiki. Og hvat við mínum egna arbeiðsplássi, Kringvarpinum? Kjaksendingin Eygsjón er ein glotti, men samstundis hevur Kringvarpið onga politiska bakgrundssending, sum veruliga gevur journalistum stundir til at grava, og sum t.d. kundi verið á skránni eina ferð um vikuna. Og tað má mann hava, um mann hevur ambisjónir um meiri enn skjótan tíðindaflutning og løtumyndir, sum sjáldan fara afturum og forklára, HVÍ hetta ella hatta hendir.

Blokkpolitikkur, takk!
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, bleiv kendur fyri sín sonevnda kontraktpolitikk, sum bygdi á lyftir um skattasteðg og restriktivan útlendingapolitikk saman við teimum Konservativu og Danska fólkaflokkinum. So vistu fólk, hvat tey fingu, tá tey fóru á val. Blátt ella reytt. Valið er títt.

Í Føroyum er tað øvugt. Her fara seks óskipaðir flokkar á val, og so mugu gudarnir vita, hvat kemur út í hinum endanum. Her finst eingin greiður sáttmáli ímillum politikarar og veljarar, sum kann eftirmetast, tá valskeiðið er runnið. Valdysturin er eitt púra ókeypis útboð av lyftum, og tí mugu politisku journalistarnir næstu ferð krevja svar uppá, presis hvussu hvør flokkur ætlar at gjøgnumføra síni hjartamál eftir eitt val. Annars hava lyftini null virði.

Hesar reglurnar eru ikki fyri ella ímóti nøkrum ávísum flokki. Eg sóknist bert eftir eini politiskari leiðslu, sum grundar sín eksistens á eitt ella annað politiskt innihald, sum ein kann vera fyri ella ímóti. Eg sóknist eftir samgongum og stjórnum í orðsins sanna týdningi. Eg sóknist eftir analytiskum, politiskum journalistikki, sum lyftir seg upp um tann dagliga streymin av tíðindum. Og til komandi valstríð hevur føroyska fólkið krav uppá okkurt, sum minnir um blokkpolitikk, so vit veljarar hava okkurt at taka støðu til. Í verandi støðu hava vit eittans hugtak at fyrihalda okkum til: Ruðuleika!

No comments:

Post a Comment