Saturday, November 21, 2015

Landsfund fyri læstum hurðum

Pressan hevur ongan sjálvsagdan rætt at verða við til landsfundir hjá politiskum flokkum - heldur ikki Fólkaflokkinum.
Politiskir flokkar skipa seg, sum teir halda er best og soleiðis sum teir halda tað gevur størstu ávirkan - eitt nú flestar atkvøður á valunum.
Fólkaflokkurin hevur so avgjørt at halda landsfund fyri læstum hurðum. Jacob Vestergaard segði við útvarpið, at "tað er í fínasta lagi, at landsfundurin er afturlatin. Tað forðar fyri øsing, at fjølmiðlarnir ikki eru við."
Tí mugu vit, sum ikki eru boðin við á landsfundin, bara hugsa at Fólkaflokkurin heldur, at læstar dyr eru tað besta fyri flokkin.
Fólkaflokkurin skinklar í løtuni. Valúrslitini hava ikki verið góð. Skuldsetingarnar móti formanninum høvdu í øðrum flokkum elvt til orðaskifti um leiðaslan var tann rætta. Ein av vældámdu limunum - Annika Olsen - rennur leys millum flokkar og sjónarmið.
Flokkurin hevur mist undirtøku í høvuðsstaðnum. Flokkurin kallar seg vinnulívsflokk, men meirilutin í tingbólkinum er uppvaksin innan tað almenna.
Einki at ivast í, at flokkurin mist nógv, tá Framsókn var stovnað og tá Annika Olsen segði farvæl við tí grundgeving, at konservativa linjan hevði vunnið.
Nú er bara konsentratið av fólkaflokshugsjónini eftir í flokkinum.
Ein partur av tí hugsjón er, at fjølmiðlar eggja til øsing. Ein annar partur er, at opinleiki órógvar. Ein triði partur er, at flokkurin tekur ikki í álvara tær skøvur, sum formaðurin hevur fingið. 
Tey, sum kanska umhugsa at atkvøða fyri Fólkaflokkinum, sleppa ikki at hoyra, hvørji politist mál flokkurin kjakast um.
Kanska skuldu fólkafloksfólk skeitt í stevnuskránna og vita um okkurt skuldi verið broytt. Kanska hevur flokkurin brúk fyri einum breiðum orðaskifti um stevnuskránna. Kanska eisini einum breiðum orðaskifti um demokratiið í flokkinum.

Fyrsta greinin í stevnuskránni hjá Fólkaflokkinum ljóðar: Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri) er ein liberalur, sosialur og demokratiskur sjálvstýrisflokkur.
Flokkurin sigur seg vera demokratiskan, men um hann hevur innhýsis demokrati ber til at ivast um. Limirnir í flokkinum sleppa ikki at koma við uppskotum til formann - tað er tingbólkurin einsamallur, sum tekur sær av tí.

Stevnuskráin er sambært heimasíðuni hjá flokkinum seinast endurskoðað í 1986. Har verður mælt til at sjónvarp og útvarp arbeiða meiri saman. Har verður mælt til at yvirtaka undirgrundina. Har stendur eisini: Fólkaflokkurin vil tryggja teimum, ið ikki eru arbeiðsfør, handliga ella andliga, sømulig kor her á landi. Um skattapolitikk stendur: Fólkaflokkurin vil framhaldandi arbeiða fyri at gera skatta- og avgjaldslóggávuna einfalda og skattabyrðuna rættvísari.

Niðurstøðan er so einføld: Flokkurin skipar seg sjálvur, og Fólkaflokkurin ynskir læstar dyr.