Í januar spurdi eg Heðin Mortensen um, hvørjar tær 700 familjurnar vóru, sum høvdu sína høvuðsinntøku av arbeiði á havnaøkinum hjá Tórshavnar Kommunu.
Eg havi ikki faktatjekkað svarið frá borgarstjóranum, men kanska onkur tímur.
Fyrispurningur
til borgarstjóran 15. januar 2015, journal nr. 16/00368
Síggi
í lesarabrævi á Vágaportalinum um havnaútbyggingina, at tú
aftur nevnir 700 familjur, sum fáa sína dagligu høvuðsinntøku av
økinum hjá Tórshavnar havn. Hevði tú kunnað greinað, hvussu
komið er fram til hetta talið?
vinarliga
Øssur
Winthereig
journalistur
Svar:
Í
eini yvirlýsing í desember 2014 segði Havnar Arbeiðsmannafelag:
"Meginparturin
av okkara limum starvast hjá fyritøkum á økinum hjá Tórshavnar
havn og stór arbeiðsskapandi tiltøk eru undir búning.
Vit
vilja minna bæði myndugleikar og havnarfólk á, at umleið 700
familjur vinna sítt dagliga breyð á økinum hjá Tórshavnar
havn."
Støðan
er lítið broytt síðan tá og framvegis er stórur partur av
limunum knýttur at virksemi á økinum hjá Tórshavnar havn,
beinleiðis og óbeinleiðis.
Havnar
Arbeiðsmannafelag hevur í dag gott og væl 700 aktivar limir.
Umleið 100 av teimum eru beinleiðis í starvi hjá Tórshavnar
kommunu. Stórur partur av hinum arbeiða hjá Tórshavnar havn ella
hjá fyritøkum á økjunum hjá Tórshavnar havn og avleiddum
virksemi.
Flestu
arbeiða hjá stóru flutningsfeløgunum, sum t.d. Faroe Ship, Smyril
Line, Blue Water og við lossing og flutningi annars. Eisini arbeiða
limir hjá oljufeløgum, á bedingini og á skipasmiðjuni, eitt
vaksandi tal er eisini í fiskaarbeiði á vestaru bryggju.
Restin
av limunum arbeiða stórt sæð allir hjá feløgum, hvørs virksemi
er avleitt av virkseminum í Tórshavnar havn, t.d. hjá
timburhandlum, tænastufeløgum og flutningsfeløgum.
Í
samskifti við kommununa hevur Havnar Arbeiðsmannafelag víst á, at
flestu av limum teirra eru høvuðsbreyðvinnarar ella forsyrgjarar í
sínum familjum.
Síggja
vit burtur frá teimum, sum eru í beinleiðis starvi hjá Tórshavnar
kommunu, og telur meðalfamiljan 4,5 fólk pr. húsarhald, eru helst
yvir 2700 fólk í Havnini í dag, har høvuðsinntøkan í húskinum
stavar frá beinleiðis ella avleiddum virksemi á økinum hjá
Tórshavnar havn.
Tórshavn
18. januar 2016
Heðin
Mortensen
borgarstjóri