Tuesday, August 23, 2016

Ræðsla og ótti, sum tíðindaeyðkenni

Ansið eftir. Grøni knøtturin á peningaautomatini eru skitnari enn wc-kumman. Almennu Føroyar er gravskitnar.
Hesi tíðindi bar Sosialurin í vár.
Zika-virus er á veg til Føroya visti útvarpið at siga í vár.
Nýggheitina fyrst. Fortel fjøldini fjøbroytt frættindi.
Vit journalistar tosa um frættindaeyðkenni. Hvørji eyðkenni skulu tíðindi hava, fyri at vera tíðindi.
Tey klassisku tíðindaeðkennini eru aktualitetur, týðningur, sjálvskenning, sensasjón og tvídráttur.
Tíðindi spretta úr nú-inum ella í hvussu so er leggja seg eftir at vera aktuel. Tíðindi skulu hava týdning fyri lesaran, lurtaran ella hyggjaran. Móttakarnir skal kenna seg aftur, talan kann vera um eina sensasjón og ofta vaksa tíðindi úr onkrum tvídrátti millum partar í samfelagnum - taka støði í konfliktini.
Ein tíðindastubbi rakar ofta fleiri av hesum eyðkennunum. Mest avgerandi fyri hvønn einasta tíðindastubba er tó, at hann er sannur.
Men seinastu árini hevur eitt nýtt tíðindaeyðkenni vunnið seg fram - ja, ofta fram um tey klassisku.
Tað er at spjaða ræðslu og ótta - at gera okkum bangin.
Kanska rakar grøni knøtturin á peningaautomatini - við góðum vilja - onkur av klassisku tíðindaeyðkenninum. Men ynskið at spjaða ótta verður rakt 100 prosent.
Zika-virus á veg til Føroya.
Bakteriur, sum antibiotika ikki vinnur á.
Flogvanlukkur og sinnisstøðan hjá flogskiparunum.
Barnalokkarar á hvørjum horni - listar yvir føroyskar barnalokkarar.
Óttin fyri yvirgangi - allastaðni.
Óðnarveður og stormávarðingar - nú skulu vit ræðast vind.
Eg skal ikki siga, at hesi tíðindi ikki kunnu fara undir klassisku tíðindaeyðkennini.
Men tey hóska sera væl til nýggja ræðslu-eyðkennið.
Tað er so farligt at liva. Ja, spurningurin er næstan um tað loysir seg longur - í hvussu so er hjá børnum okkara.
Vit skulu vera bangin, og vit skulu stúra. Tað er vápnið at halda okkum kúrr. Tað er vápnið hjá valdsharrunum at halda seg til valdið.
Eg sigi ikki, at pressan ger hetta við vilja fyri valdsharrarnar, men pressan gongur við upp á at raðfesta ræðslu-eyðkennið hægri og hægri.
Donald Trump hevur sum høvuðs-valtátak at ræða amerikanarar, so teir skulu halda, at teir hava brúk fyri einum nýggjum sterkum forseta, ið kann skapa trygd og fáa okkum at trúgva, at børn okkara kortini hava eina framtíð.
Vit skulu ræðast tilvildarligan yvirgang. Vit ganga við til, at fyritøkur og staturin hevur neyvt eftirlit við hvørjum feti vit taka. Vit lata okkum skráseta hjá altjóða fyritøkum.
Tí vit skulu vera bangin og stúra.
Eg haldi, at vit mugu ansa eftir ikki at lova nýggja ræðslu-tíðindaeyðkenninum at vinna á teimum klassisku.

Eg sá á Vágaportalinum, at JFK hevur fingið nýggja og størri friture-grýtu - ta størstu í danska ríkinum.
Eg bíðaði bara eftir, at onkur fór at skriva um, hvussu farlig grýtan var, men higartil var ræðslan bara, at tað tók 3-4 tímar at fáa fish-and-chips.