Tuesday, October 18, 2011

Djørv sjónarmið byggja á vitan

Politikkur er ikki pragmatiskur, men byggir á sjónarmið. Tað er ein sterk sannføring um, hvussu okkara samfelag best verður ment. Politikkur er, at vit standa fyri visjónum og virðum sum bera fram til batar.

Míni politisku sjónarmið hava støði í heilt grundleggjandi virðum, sum sita djúpt í mær. Virði sum samhaldsfesti. Áskoðanin um, at vit koma longst við at vera felags at bera byrðurnar, og at tey sterkastu hava eina natúrliga ábyrgd mótvegis teimum veikastu. Virði sum tolsemi og viðurkenning. Ynskið um eitt opið samfelag, har pláss er til øll og rúm er til ymiskleika. Virði sum javnrættur. Viljin til, at øll skulu hava somu møguleikar í samfelagnum, sama rætt til útbúgving, til sjúkrahús og lata rødd sína ljóða.
Míni politisku sjónarmið byggja eisini á visjónina um einar sjálvstøðugar Føroyar. Á grundleggjandi sannføringina, at vit sum búgva her, skulu hava evstu ábyrgd í egnum landi. Á tí grundarlagnum byggja vit eitt gott og trygt samfelag.

Bæði áðrenn og aftaná loysingina skulu vit hava eitt land, sum styðjar seg til hesi virði.
Vit skulu í okkara politikki nú vísa, hvat samfelag vit arbeiða fram ímóti í einum frælsum landi.

Meiningar, sannføringar, virði og visjónir eru týðandi fyri hvønn veg eitt samfelag fer. Men vitan hevur eins stóran týdning.
Vit skulu alla tíðina lurta eftir og taka tey við, sum hava vitan. Vitanin verður drigin inn í sjónarmiðini og í politiska arbeiðið. Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um havið og fiskiskap.Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um skúlar og útbúgving. Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um burðardygga orku. Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava skil fyri mentan og list. Vit skulu lurta eftir teimum, sum vita um handverk, mál, um sjúkrahús, bygging, ja, um alt hevur við okkara lív at gera.

Hesa vitan skulu vit brúka í arbeiðinum at skipa okkara samfelag eftir okkara politisku sjónarmiðum – bæði á veg til loysingina og eftir loysingina.

Vandin fyri serfrøðingaveldi er ikki til staðar í løtuni. Tá politikkur byggir á sjónarmið, so styrkir tað bara sjónarmiðini at hava vitanina.
Vit skulu vísa teimum, sum taka útbúgvingar og ogna sær vitan, at vit hava brúka fyri teimum og at vit lurta eftir teimum og at tey skulu og at tey sleppa at taka eina ábyrgd í samfelagnum.
Vitan gevur teimum sum taka avgerðir, eitt betri grundarlag og tey, sum hava vitanina, vilja búgva her og flyta higar.
Politisk virði og vitan skulu vera grundarsteinur, tá vit byggja land.

No comments:

Post a Comment