Thursday, October 27, 2011

Nei, eg vísi ikki á fígging til okkara vallyfti

At tað nú skal vera forboðið at leggja síni politisku sjónarmið fram uttan samstundis at kunna vísa til, hvussu alt skal fíggjast, gevur yvirhøvur onga meining.

Helst er hetta ættleitt úr donskum politikki, har tað fyri eitt val stendur ein stjórnarmeiriluti klárur og tí kann geva haldbar politisk lyfti, sum so sjálvandi eisini krevja fígging.

Í Føroyum stendur ein – ofta drúgv – samráðingarleið fyri eftir eitt val.

Veljarin hevur yvirhøvur onga trygd fyri, at vallyftini eru meiri sannlík, um víst verður á okkurt ivasamt slag av fígging.
Eitt vallyfti er eitt lyfti um, hvørji mál vit arbeiða fram ímóti og hvørji virði vit byggja okkara politikk á og hvørjar broytingar vit vilja arbeiða fyri.
Politikkur er ikki pragmatisma, har einasta krav er, at okkurt roknistykki skal ganga upp.
Næstu mongu árini skulu vit læna pengar til okkara búskap, men tað er ikki líka mikið, hvussu vit brúka lænta peningin.
Har hava vit nøkur mál, nakrar broytingar og nøkur virði, sum vit lova at arbeiða fyri.
Vit hava sum mál einar sjálvstøðugar Føroyar.
Tjóðveldi hevur eisini sum mál, at ein burðardygg fiskivinna skal verða grundarlagið undir vinnuni. Vit hava sum mál, at Føroya Fólk fær ágóðan av fólksins ogn.
Vit halda hetta er vegurin til at gera hetta til okkara land.
Ongin politikari heldur, at tað skal vera eitt stórt undirskot á fíggjarlógini, men vit hava ikki øll somu mál, um hvussu pengarnir skulu brúkast.

Sjálvt um eg ikki í dag kann vísa á nakra beinleiðis fígging, so haldi eg, at undirvísing og útbúgving skal fáa meiri av felagskøkuni í sín part – fyri at taka eitt dømi. Meiri av lántu pengunum skulu fara tann vegin.
Tað er ikki minni týðandi við útbúgving, stuðli til tey veikastu ella liviligari kor til barnafamiljur, sjálvt um eingin ítøkilig fígging liggur á borðinum.
Tað er lætt bara at sleingja út: Bank Nordik skal privatisetast og so er alt goldið. Tað ger lyftini einki meiri sannlik.
Valyftini vera einki sannlíkari av, at siga: Næstu ferð selja vit makrelin dýrari.

So tá samráðingar verða eftir valið, so skulu fólk vita, hvørji mál vit hava, hvørjar broytingar vit vilja arbeiða fyri og hvørji virði vit byggja okkara politikk á.

Styrkin millum flokkarnar í Føroyum er avgerandi fyri, hvør politikkur verður rikin.

Mál, broytingar og virði hjá mær kunnu lesast her.

No comments:

Post a Comment