Wednesday, October 19, 2011

Skattur er til skúlar og ikki til bankar


Hetta vóru orðini á einum skelti í mótmælisgongunum í Wall Street í New York móti grammleikanum og vargabúskapinum.
Í Suðurevropa tysja fólk út á gøturnar, tí stórir partar av fólkinum ikki longur vilja gjalda fyri avgerðir hjá ódugnaligum politikarum og spekulantum.
Fleiri og fleiri nokta at góðkenna, at profitturin – ella vinningurin – stjórabónus osv. skal privatiserast, meðan felagsskapurin skal gjalda, tá bankar spekulera og missa pening – okkara pening.
Bara hesir bankapakkarnir vísa, hvussu stórur partar av fólkinum verður bundin niður av grammleikanum hjá nøkrum fáum.
Føroysku bankarnir skuldu yvirhøvur ikki havt so sjálvsagdan rætt til allar lønarkonto. Øll áttu at fingið eina serliga almenna konto, har lønin fór inn og har skattur og øll gjøld  vóru drigin frá. So skulu vit sjálvi avgera, hvar pengarnir fara aftaná. At føroysku bankarnir hava einkarætt upp á pengarnar hjá øllum skattgjaldarum í Føroyum líkist ongum.
Eg haldi vit alvorliga eiga at umhugsa um bankar í eini tjóð sum okkara – onkursvegna – eiga at áleggjast samfelagsligar uppgávur. Tann mátin, sum føroysku bankarnir higartil hava virka upp á er ikki so sannførandi.
Um bankarnir partú skulu spekulera, so má spekulasjónin liggja í einum sjálvstøðugum parti av bankanum, sum kann fara á heysin, men so er tað spekulantarnir, sum missa sín pening. Og ikki sum nú, tá bankarnir koma til okkum onnur – við rentuhækkingum, ómaksgjaldum osv.
Faktisk haldi eg, at vit skuldu havt eitt tilboð til vanligt fólk og vanligar fyritøkur, sum bara vilja hava eitt stað at hava sín pening undir tryggum viðurskiftum, har til ber at læna pengar til tað sum krevst til eitt vanligt lív ella at hava eina vanliga fyritøku gangandi.

No comments:

Post a Comment