Monday, October 10, 2011

Á passinum stendur, at Føroyar eru dálkaðar við krígsblóði



Tá tú vísir passið á veg inn í Egyptaland, so ert tú borgari úr einum landi, sum er í kríggi í Irak og Afganistan, sjálvt um løgtingið atkvøddi í móti at fara í kríggj.
Tá tú vísir passið, ert tú borgari í einum landi, sum hevur eina av mest harðrendu kósum í heiminum mótvegis útlendingum. Ein politikkur, sum ikki sømir seg einum landi, ið virðir mannarættindi.
Tá tú vísir passið, er tú borgari í einum landi, sum ikki viðurkennir rættin hjá Føroyum at gera sína egnu grundlóg, uttan at hon leggur seg undir ta donsku.
Vit skulu ikki verða borgarar í einum landi, sum snýtti okkum, tá bankarnir vóru koyrdi á heysin í 90-unum. Vit uppdagaðu snýtaríið og fingu endurgjald, men bara tí vit uppdagaðu tað.
Vit skulu ikki vera borgarar í einum landi, sum ikki vil tosa okkara sak í makrelmálinum, tí landið er partur av Evropeiska Samveldinum.
Vit skulu ikki vera borgarar í einum landi, sum loyvir ólógligari flúgving  í føroyskum luftrúmi, uttan at spyrja okkum.
Vit mugu ikki missa málið úr eygsjón.
Vit skulu yvirhøvur ikki vera borgarar í nøkrum fremmandum landi.
Vit skulu taka alt vald í okkara egnu hendur. Tað gevur viðurkenning og sjálvsvirðing.
Vit skulu hava eitt tætt samstarv við danska fólkið og øll onnur fólk í heiminum.

5 comments:

  1. Arne Winthereig10 October, 2011 12:00

    Hvat so um 24500 føroyingar atkvøða fyri loysing, so eru 23500 føroyingar ímóti sínum vilja atkvøddir inn í nakað teir ikki ynskja.

    ReplyDelete
  2. Arne ikki fyri at verða keðiligur, tí hattar er ein góður spurningur. Men hattar kallast fólkaræði - plain and simple!

    ReplyDelete
  3. Tú hevur rætt Arne, um tú heldur at Føroyar eru at sammeta við eitt amt í DK, sum vit jú hava verið. Vænti tey fægstu vildu aftur í ta støðuna.

    ReplyDelete
  4. Georg L. Petersen20 October, 2011 10:41

    Góði Øssur
    Blóðdálkað pass sigur tú. Er tað betur at standa sum passivt vitni og skoða ógvuslig brot á mannarættindum, heldur enn at gera nakað við tað? Vilt tú heldur síggja offrini líða enn brotsmenninar revsaðar?

    ReplyDelete
  5. Eg sipi til, at Løgtingið ikki tók undir við álopinum á Irak. Haldi ikki Løgtingið yvirhøvur viðgjørdi kríggi í Afganistan.
    Tískil er passið blóðdálkað - men ikki, tí føroyingar vildu í kríggj, men tí danir vildu.
    (Og eg vísi ikki aftur, at tað kann verða neyðugt at blanda seg í innanhýsis viðurskifti í einum landi, men tá skal ST standa fyri tí og tað gjørdi ST ikki í Irak)

    ReplyDelete